Treytir fyri keyp av ársfrásøgn og skattaroknskapi á Rokn.fo.
1. Um hesar treytir
Hesar handilstreytir eru galdandi fyri øll keyp á Rokn.fo. Við keypi góðtekur tú treytirnar. Rokn.fo vendir sær til fyritøkur, ið eru skrásettar í Føroyum, og øll keyp verða roknað sum handilskeyp.
2. Upplýsingar um fyritøkuna
Rokn.fo verður rikið av:
Sp/F Rokn í Svanga 31 100 Tórshavn V-tal: 686042 Teldupostur: rokn@rokn.fo
3. Vøran
Á Rokn.fo kanst tú keypa eina ársfrásøgn og/ella ein skattaroknskap til fyritøku tína. Báðar vørurnar verða veittar sum PDF- og XBRL-fílur, klárar at lata inn til myndugleikarnar.
Eitt keyp er galdandi fyri eina fyritøku og eitt roknskaparár. Ynskir tú at gera eina frásøgn til aðra fyritøku ella eitt annað roknskaparár, er tað eitt nýtt keyp.
Rokn.fo er eitt vegleiðandi amboð. Tú tastar sjálvur upplýsingar og tøl hjá fyritøkuni inn, og tú gjøgnumgongur og góðkennir tey, áðrenn tú gjaldur. Rokn.fo veitir ikki roknskaparliga, skattliga ella løgfrøðiliga ráðgeving. Krevur støða tín eina serkøna meting, mæla vit til, at tú heitar á grannskoðara ella bókhaldara um hjálp.
4. Prísir og gjalding
Allir prísir eru í donskum krónum (DKK) og uttan meirvirðisgjald (MVG), um annað ikki er tilskilað. MVG, 25 %, verður lagt afturat við gjalding, og samlaða upphæddin verður víst, áðrenn tú gert keypið. Fyrivarni verður tikið fyri prísvillum.
Goldið verður við gjaldskorti. Vit taka ímóti Visa og Mastercard. Gjaldingin verður avgreidd umvegis ein góðkendan gjaldsservara, ið bronglar (krypterar) allar kortupplýsingar. Rokn.fo fær ongantíð atgongd til kortupplýsingar tínar og goymir tær ikki. Upphæddin verður tikin av kortinum, tá ið keypið verður gjørt, og ein kvittan verður send á teldupostadressuna, ið er knýtt at kontu tíni.
5. Veiting
Fílurnar verða veittar talgilt. Beinanvegin eftir at goldið er, kanst tú taka PDF- og XBRL-fílurnar niður frá kontu tíni á Rokn.fo. Fílurnar eru tøkar á kontu tíni, so leingi kontan er virkin, og tú kanst taka tær niður aftur uttan eykagjald.
6. Innlating til myndugleikarnar
Rokn.fo letur ikki fílur inn til myndugleikarnar. Tú tekur sjálvur fílurnar niður og letur tær inn til Skráseting Føroya og TAKS umvegis almennu sjálvgreiðsluloysnirnar. Tú hevur sjálvur ábyrgd av, at innlatingin verður gjørd, og at galdandi freistir verða hildnar.
7. Rættingar eftir keyp
Tá ið goldið er, verða innløgdu upplýsingarnar læstar, so at tær ikki longur kunnu broytast. Tað tryggjar, at fílurnar, tú tekur niður, altíð samsvara við tað, tú hevur gjøgnumgingið og góðkent.
Varnast tú ein feil eftir keypið, kanst tú seta teg í samband við okkum á rokn@rokn.fo. Vit lata upp aftur, so at tú kanst rætta feilin og taka nýggjar fílur niður — uttan at gjalda av nýggjum. Rættingar eru galdandi fyri somu fyritøku og sama roknskaparár sum upprunaliga keypið.
8. Iðranarrættur og endurgjald
Eingin iðranarrættur er galdandi. Talan er um talgilt innihald, ið verður veitt beinanvegin eftir gjalding, og innihaldið byggir á teimum upplýsingum, ið tú sjálvur hevur tastað inn, gjøgnumgingið og góðkent, áðrenn tú gjaldur.
Vit endurrinda tó altíð keypið, um upphæddin er tikin tvær ferðir, um skeiv upphædd er tikin, ella um fílurnar orsakað av tekniskum feili hjá Rokn.fo ikki kunnu veitast ella nýtast. Set teg í samband við okkum á rokn@rokn.fo.
9. Ábyrgd
Rokn.fo hevur ábyrgd av at veita keyptu fílurnar í teimum sniðum, ið myndugleikarnir krevja, og av at skipanin virkar sum lýst.
Tú hevur ábyrgd av, at upplýsingarnar, tú tastar inn, eru rættar og fullfíggjaðar, av at kanna fílurnar, áðrenn tær verða latnar inn, av sjálvari innlatingini til myndugleikarnar og av at halda galdandi freistir.
Rokn.fo hevur ikki ábyrgd av skattligu ella roknskaparligu viðurskiftunum hjá fyritøku tíni, av tí, hvussu myndugleikarnir viðgera innlatna tilfarið, ella av missi, ið stendst av feilum í innløgdu upplýsingunum ella av, at innlatingin er ov sein.
Rokn.fo ábyrgdast ikki fyri óbeinleiðis missi ella fylgiskaða. Samlaða endurgjaldsábyrgdin hjá Rokn.fo fer ongantíð upp um ta upphædd, tú hevur goldið fyri keypið.
10. Reklamatión
Er feilur í veittu fílunum — til dømis um ein fíla ikki kann latast upp, um innihald, tú hevur tastað inn, manglar, ella um fílurnar ikki lúka formkrøvini hjá myndugleikunum — skalt tú seta teg í samband við okkum á rokn@rokn.fo innan rímiliga tíð, eftir at feilurin er funnin. Vit rætta feilin og veita nýggjar fílur uttan eykagjald. Ber ikki til at rætta feilin, endurrinda vit keypið.
Reklamatiónsrætturin er galdandi fyri feilir í sjálvari veitingini. Hann fevnir ikki um feilir í teimum upplýsingum og tølum, tú sjálvur hevur tastað inn og góðkent — teir kunnu í staðin rættast, sum lýst í punkti 7.
Annars er keypslógin galdandi.
11. Persónsupplýsingar
Rokn.fo viðger bert tær upplýsingar, ið eru neyðugar fyri at veita vøruna og reka kontu tína. Tú kanst lesa meira um viðgerðina av persónsupplýsingum í persónspolitikki okkara á Rokn.fo.
12. Broytingar av treytunum
Rokn.fo kann dagføra hesar treytir. Tann galdandi útgávan er altíð tøk á Rokn.fo. Broytingar eru galdandi fyri keyp, ið verða gjørd eftir broytingina.
13. Lógarval og varnarting
Føroysk lóg er galdandi fyri avtaluna. Ósemjur, ið standast av avtaluni, verða avgjørdar av Føroya Rætti.
14. Samband og klagur
Spurningar og klagur kunnu sendast til rokn@rokn.fo. Vit svara áheitanum innan 3 gerandisdagar.
Hesar treytir eru galdandi frá 31.07.2026.